Óli Jespersen (1810-1882)

Óli Jespersen, eisini kallaður Óli skúlahaldari, varð borin í heimin við Gjógvará suðuri í Vági, 1. januar 1810. Hann var óskilgitin sonur hjá J. H. Schrøter (1771-1851) og móðirin var Elin Pedersdatter (1788-1851) í Nesi í Hvalba. Óli var giftur við Karinu Jacobsdatter við Toftir í Hvalba. Tey áttu tvey børn, Elina og Johan Hendrik Schrøter (1841-1911). Óli fór undir at skriva upp tilfar, ið varðveitt var í munnligari goymd gjøgnum øldir. Her byrjaði hann við ramsum við gandaorðingum, sum Christian Pløyen, fúti, sendi tíðarritinum „Annaler for nordisk oldkyndighed og historie“ at prenta. Soleiðis er „Færøiske trylleformularer“, tað fyrsta, sum prentað varð við V U. Hammershaimbs stavseting (í 1846). Óli Jespersen andaðist 23. november 1882. (Kelda: Berg, Jákup. (1987). Óli Jespersen: (Óli Skúlahaldari)).