Joen Pauli Albinus varð borin í heim 21. juni 1850 og doyði 6. mai 1921. Hann giftist við Charlotte Margrethe Thorstensen (1856-1922), og tey áttu seks børn. Yngsti sonurin var Thore Michael Albinus. Hann var kvæðakempa. Joen hevur helst lært at skriva hjá Óla Jespersen (Óli skúlahaldari (1810-1882))