Um HandRit

Heimasíðan HandRit.fo er skrá yvir føroysk handrit, eldri bøkur og smárit, sum eru talgildað á Landsbókasavninum. Landsbókasavnið umsitur HandRit.fo, og heimasíðan varð gjørd almenn í mai 2016. Hon varð síðani dagførd í 2023-2025.

HandRit gevur atgongd til eitt breitt úrval av tilfari, frá ymiskum tíðarskeiðum og við fjølbroyttum innihaldi. Her eru at finna kvæði, tekningar, ferðafrásagnir, brøv, søgur og mangt annað. Møguligt er at reika á síðuni eftir evnisbólkum.

Spurningar og viðmerkingar um verkætlanina ella innihaldið á heimasíðuni kunnu sendast til handrit(att)lbs.fo

Handritasavnið á Landsbókasavninum tekur ímóti og varðveitir nýggj og gomul handrit og privatskjøl. Øll eru vælkomin at lata okkum síni handrit.

Ljósmyndir á siðuni eru eftir: Karina L. Borgaard.

Les meira um keldutilvísingar og upphavsrætt

Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.