Poul Nolsøe (ella Páll Pálsson Nolsøe), vanliga nevndur Nólsoyar Páll, varð borin í heim í Nólsoy í 1766, sum fjórði sonur teirra Páls í Garði og Súsonnu Djónadóttur. Har lærdi hann, saman við brøðrum sínum, at lesa og skriva. Páll kom í læru á skrivstovuna hjá Hammershaimb fúta í Tórshavn. Harafturat lærdi hann siglingarfrøði hjá Mads Winther, bókhaldara í Kongaliga handlinum. Páll fór út at sigla fyri einahandilin. Hann segðist m.a. at hava veri í Fraklandi í kollveltingartíðini, í Onglandi og Portugal. Páll kom heim í 1778 og giftist við Siggu Mariu Tummasdóttur úr Nólsoy, men hon doyr í 1800. Árið eftir giftist hann upp aftur við Maren (Marin) Malenu Ziska, av Norðoyri, og festi garð úti á Oyri í Borðoynni.
Í 1804 keypir Nólsoyar Páll eitt strandað skip á sølutingi í Suðuroy og úr leivdunum byggir hann á Fløtuni Fríðu í Vági saman við øðrum monnum Føroya fyrsta deksfar í nýggjari tíð „Royndina fríðu“. Við hesum fari siglir hann so við farmi millum Danmark og Føroyar. Hetta eru ófriðartíðir, kríggj er millum Bretland og Danmark. Á einari av ferðum sínum verður „Royndin“ tikin av bretum og ferst. Páll leitar tá til London við kravi um at fáa nýtt skip. Hann fær játtandi svar, men á ferðini til Føroya við hesum nýggja skipi, hetta er í 1809, hvørvur Páll og spurdist ikki aftur.
Nólsoyar Páll yrkti tíggju yrkingar men ongin skrivað yrking er til frá hansara hond. Hann gjørdi kvæðini til samtíðarskaldskap.
(Keldur: Snar.fo & Marnersdóttir, Malan & Sigurðardóttir, Turið (ritstj.). (2011). Føroysk bókmentasøga 1. Nám).