Valin svein

CCF 102. Valin svein er kappakvæði. Valin kemur fram á eitt risahelli, drepur fleiri risar og fer við gulli teirra. Hann heldur av stað at biðja um Føgru. Á leið síni drepur hann bæði risa og mann. Valin tekur svørðið sum maðurin átti. Hann ber upp bønarorð hjá faðir Føgru og hjá Føgru sjálvari, men fær krakk. Tá ið hann sýnir svørðið fram, royna tey at taka hann, men hann sleppur undan teimum. Á leið síni drepur hann enn ein risa. Tá ið hann kemur heim, finnur hann beiggja sín Viljorm í bardaga við eitt risakvendi. Hann bjargar beiggja sínum. Tá ið Viljormur er komin fyri seg, fara teir aftur heim til Føgru. Pápi hennara roynir við svikaráðum at taka teir, men í bardaganum, sum spyrst burturúr, verður hann dripin við øllum sínum monnum. Valin giftist Føgru. Kvæðið er bert á føroyskum. (Kelda: Snar.fo).


Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.