CCF 100. Tróndur Jógvansson er kappakvæði sum byrjar við at Sjúrður biður kong um dóttur hansara Margretu, men kongur heldur hann ikki vera nóg góðan.
Sjúrður tosar við Margretu sjálva, og hon vil hava hann. Ímeðan kemur annar biðil, Tróndur Jógvansson, og kongur tekur við honum, men Margreta skoytir ikki um hann. Kongur skjýtur upp, at sambiðlarnir skulu berjast, og Sjúrður drepur Trónd.
Pápi Trónd, Jógvan, kemur at hevna sonin. Bæði Sjúrður og Margreta berjast við hann, og at enda drepur Sjúrður hann, hóast hann biður um miskunn. Sjúrður og Margreta giftast, og Sjúrður verður kongur, eftir at Jógvan er fallin. Kvæðið er bert á føroyskum. (Kelda: Snar.fo).