Torsteins kvæði

CCF 99. Torsteins kvæði er eitt langt kappakvæði. Torstein, yngri sonur Noregs kongs, fer heimanífrá við skipi. Hann hittir Atla jall, teir berjast, og Atli verður dripin. Áður enn hann doyr, biður hann Torstein hyggja eftir trúlovaðu síni, Ingibjørg. Torstein giftist við henni. (Frábr. A: Torstein biður um Ingibjørg og giftist við henni. Aftaná berjist hann við Atla.) Noregs kongur doyr, og beiggi Torsteins, Magnus, verður eftirmaður hansara. Torstein mælir Magnusi til at giftast við Ingigerð, dóttur danakongs, og býður sær til at bera fram bønarorð í hansara stað. Ingigerð svarar honum ógvuliga hatskt aftur, og Torstein fer aftur til Magnusar og sigur tað fyri honum. Magnus heldur av stað at hevna háðanina, og Torstein fer við honum. Harður bardagi spyrst burturúr, og við galdraráðum drepur Ingigerð Magnus og særir Torstein. Ein gomul trøllkona finnur Torstein, lekir hann og sendir hann heim. Har drepur hann beiggja Ingigerð, sum hevur gingið eftir konu hansara, meðan hann hevur verið burturi. Síðani fer hann aftur til Danmarkar og vinnur á Ingigerð, tí trøllkonan hjálpir honum. So giftir hann hana burtur við einum svínadreingi. Bert á føroyskum. (Kelda: Snar.fo)


Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.