Torbjørn Bekil

CCF 98. Torbjørn Bekil er kappavkæði um bardagan hjá kappanum Ásmundi Kellingarsyni móti trøllinum ella risanum Torbjørn Bekil úr Noregi.
Ein bóndi býður risanum Torbirni úr Noregi at vera hjá sær um veturin, men Torbjørn krevur so stórar nøgdir av mati og drekka, at kona bóndans fer at stúra. Hon biður Torbjørn fara til ein annan bónda, sum eigur eina vakra dóttur, Halgu, sum hann kanska fær. Torbjørn fer til bóndan og drepur hann. Hann roynir at fara við Halgu, men hon særir hann við saksi sínum. Torbjørn svør, at hann fer at koma aftur at hevna seg. Halga fer til Ásmundar og sigur seg vilja giftast honum, drepur hann Torbjørn. Ásmundur fær brynjuskjúrtu og svørð frá móður síni og fer at gera av við menn Torbjarnar ein fyri og annan eftir. At enda særir hann Torbjørn sjálvan. Móðir og systir Torbjarnar koma honum til hjálpar, men Ásmundur sigrar. Síðani giftist hann Halgu.
Kvæðið er bert á føroyskum. (Kelda: Snar.fo).


Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.