CC 174. Tíðriks kappar er kappakvæði sum sigur frá konginum Tíðriki av Ben.
Sjúrður spyr kongsins menn, hvør teirra vil berjast móti sær. Menninir kasta terningar um tað, og luturin fellur á Humling unga. Hann lænir ross Virgars Valintssonar til bardaga. Sjúrður vinnur hann og krevur rossið. Honum verður kortini greitt, at Humlingur er skyldmaður hansara, og hann ger av, at hann kann látast, sum hann hevur vunnið. Hann letur seg binda í eitt eikitræ. Humlingur kemur aftur og sigur seg hava bundið Sjúrð í eitt eikitræ. Virgar trýr honum ikki og fer sjálvur at vita. Tá ið Sjúrður sær hann nærkast, torir hann ikki at vera verandi longur, hálar eikina upp við rót og fer til gongu til hús við henni. Um kvøldið dansar hann við eikini hangandi í miðjureimini.
Tíðrikur kongur spyr menn sínar, um teir vita um nakran, sum er javnlíki hansara. Ein av monnum hansara nevnir Ísin kong, og Tíðrikur ger av at fara til borg Ísins. Men kongsins merkisberi sýtir fyri at fara, tí ein risi býr á leiðini.
Virgar Valintsson bjóðar sær til at fara hagar. Hann finnur risan í fasta svøvni, vekur hann og berjist við hann. Risin biður fyri lívinum og lovar ríkidømi sítt afturfyri. Virgar Valintsson høggur høvdið av risanum. (Kelda: Snar.fo).