Sveinur í Vallalíð

CCF 173. Sveinur í Vallalíð er kappakvæði um ást, harðskap og hevnd.
D, F, Í: Sveinur í Vallalíð vil giftast við Adalus, men hon velur at giftast við Viljormi. Sveinur er ógvuliga eljusjúkur og skjótt aftan á, at Viljormur er giftur við Adalus, drepur hann hann.
Adalus eigur son og kallar hann upp eftir pápanum. D, F, Í, S: Tá ið ungi Viljormur er tilkomin, sigur mamma hansara honum, hvør ið drap faðir hansara. Hann sendir Sveini í Vallalíð boð um at møta sær á tingi. Sveinur ber seg undan at rinda Viljormi skaðabøtur fyri deyða faðirs hansara, og Viljormur drepur Svein. Hann sigur mammu síni, at nú er faðir hansara hevndur.
cD, F: Viljormur lokkar systur Svein (F: konu). Beiggi hennara (F: pápi) kemur at hevna seg. Viljormur drepur hann (F: eirir honum, aftan á at hann hevur dripið allar menn hansara). Viljormur giftist við kvinnuni, sum hann lokkaði. (Kelda: Snar.fo)


Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.