Seyða ríma

CCF 87. Seyðamaður kemur aftur til bóndans og sigur seg hava mist allan seyðin. (Frábr. A: Seyðamaðurin sigur, at risar hava fingið seyðin at hvørva, tí teir vilja hava synir bóndans.) Bóndin sendir báðar synir sínar út at leita eftir seyðinum. Tjúkt er í mjørka, og tá ið tekur at lýsa í, sær annar teirra, Tórður, seyðin og eina vakra gentu. Hann kyssir hana. Ein risi kemur og sigur seg vera pápa gentuna og biður Tórð giftast henni. Harumframt biður hann hann ikki bjóða ávísum fólkum í brúdleypið, teirra millum bróður Tórðar. Tórður hittir bróðurin Torvald, sum sigur honum, at brúður hansara er eitt risakvendi. Tórður býður Torvaldi og Gesti í brúdleypið hjá sær. Teir fara til hellið, har ið brúdleypið skal standa. Nógvir risar, sum faðir brúðrina hevur boðið, koma. Øll eta og drekka nógv, og tey sovna øll. Gestur fer av stað við brúðrini, og brøðurnir báðir fara aftan á honum. Nakrir av risunum elta teir. Gestur fer aftur í hellið og drepur nógvar risar. Brøðurnir báðir rósa Gesti, tí hann bjargaði teimum. Hetta kvæðið er bert á føroyskum. (Kelda: Snar.fo).


Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.