CCF 195. Tátturin spottar ein mann, ið eitur Hanus Saki. Hann fær boð um at fara út í hagan ella undir fjallið at taka ein sjúkan seyð, men hann er so klossetur ella óduguligur, at hann megnar ikki at fáa hendur á seyðinum. Seyðurin stendur hinvegin og hugsar um hvør hesin løgni maðurin man vera, ið ikki dugir nakað.