Ragnarlykkja – Viljorms kvæði

CCF 12. Ragnarlykkja ella Viljorms kvæði er kappakvæði. Kvæðið sigur frá Viljormi, sum ætlar sær til Girtlands at hevna seg inn á kong, sum hevur dripið faðir hansara. Hann fær nógvar av bestu stríðsmonnunum við sær, teirra millum Sjúrð. Girtlands kongur savnar hermenn (F, cN: teirra millum fleiri skrímsl. Sjúrður drepur ein av fremstu riddarum kongs.) Eftir tógvið stríð vinnur Viljormur. Hann drepur kong, hóast hann biður um náði. cN: Drotningin býður Viljormi eiturdrykk, men hann skilir vandan og ger av við drotningina. Systir Viljorms (frábr. C: mamma, D: kona) fær barn við honum og mælir honum til at finna sær sjálvum konu. Hon biður hann bera upp bønarorð fyri dóttur Girtlands kongi. Viljormur siglir til Girtlands og biður kong um dóttur hansara. Hann fær háðandi svar. Kongur byrgir fyri hallardyrnar, og menn hansara leggja á Viljorm, sum verður dripin. (Kelda: Snar.fo).


Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.