Raðals kvæði

CCF 82. Raðals kvæði er kappakvæði sum sigur frá Raðal kongi.
Raðal kongur heldur av stað at biðja um Silborg í Spania. Tá ið hann kemur fram, møtir hann Stóli kongi, sum er hagar komin í somu ørindum. Silborg lovar hvørgum teirra inn, og saman bróta teir seg inn í húsini. Báðir biðja um hana, og Silborg biður teir spæla terningar um seg. Raðal vinnur, men Stólur bjóðar honum av at berjast. Raðal verður særdur og liggur í óviti eftir at hava barst í fleiri dagar, og Stólur, sum heldur hann vera deyðan, ger til reiðar til brúdleyp sítt og Silbjargar.
Raðal raknar við aftur og fer til ein risa. Tí hann fær risan at halda seg vera pápa Raðal, fær Raðal risan at lekja seg og við galdraráðum veita sær megi. So kemur Raðal aftur, drepur Stól, giftist Silborg og fer heim við henni. Kvæðið er bert á føroyskum. (Kelda: Snar.fo).


Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.