Mirmants kvæði

CCF 109. Mirmants kvæði er eitt riddarakvæði. Maður droymir, at ein ormur kemur út úr bringuni á konu hansara og leggur á hann. Vegna henda dreym sendir hann stutt aftaná sonin burtur at verða aldur upp í útlondum. Ein dagin kemur sonurin, Ormur, heim aftur at vitja foreldrini, og meðan hann er har, drepur hann av óvart pápa sín. Hetta nítur móðurini ógvuliga hart, og hon gevur honum ein drykk, sum ger hann sjúkan. Hann fer aftur til fosturforeldrini. D: Fosturfaðir hansara sendir boð eftir einum lækna at fáa hann frískan, og síðani giftir hann dóttur sína við honum. F: Ormur frættir um eina kvinnu, sum kanska fær lekt hann, og fer av landinum at leita hana upp. Hon lekir hann, og tey giftast. Seinni fer Ormur heim at vitja, men fosturmamman gevur honum ein drykk, sum fær hann at gloyma konu sína. Konan kemur eftir honum, og hann revsar fosturmammu sína. (Kelda: Snar.fo).


Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.