CCF 220. Ljómurnar er eitt kristiligt lovkvæði og sálmur, sum upprunaliga er ein føroysk enduryrking av tí kenda íslendska sálminum Ljómur. Sálmurin verður ofta settur í sambandi við Jón Arason (1484-1550), sum var tann seinasti katólski bispurin í Íslandi áðrenn siðaskiftið. Bókmentasøguliga er tað áhugavert, at meðan allur teksturin er varðveittur í Íslandi, men lagið burtur, er tað øvugt í Føroyum. Í Føroyum er bert umleið ein triðing av tekstinum, men føroyska lagið (kvæðalagið) til Ljómurnar livir enn.