CCF 106-VI. Runsivals stríð er táttur úr Karlamagnusar hetjukvæðunum. Rólant og tólvjavningar hansara halda av stað í bardaga við Angelund kong í Runsivali. Angelund kongur sendir tveir herar ímóti teimum, og báðir verða sigraðir hvør eftir annan. Síðani sendir hann triðja herin.
At enda verða javningarnir dripnir, bert Rólant livir eftir. Hann blæsir í hornið, og Karlamagnus hoyrir hann og fer í Runsival. Hann finnur Rólant deyðan. Eingin uttan hann er førur fyri at fáa svørð Rólants úr hondum hansara. Karlamagnus drepur Angelund kong. Hann grevur javningarnar og avrættar Gýðin jall. (Kelda: Snar.fo).