CCF 106-111. Oddvalds ríma er ein táttur úr Karlamagnusar hetjukvæðunum. Heidningurin Oddvaldur kemur til borg Karlamagnusar, ger gjøldur burtur úr keisaranum og krevur skatt frá honum. Rólant gevur seg í bardaga við hann, og Karlamagnus biður til Gud um, at Rólant skal sigra. Tá hendir eitt undur: ljós úr erva stjelur máttin frá heidninginum. (Kelda: Snar.fo).