CCF 106. Karlamagnusar kvæði eru kappakvæði (og riddarakvæði), sum snúgva seg um Karlamagnus (ella Karl mikla (742-814), kong í Fraklandi 768-814 og tann fyrsta keisara til tað heilaga rómverska ríki) og hansara tólvjavningar. Kvæðið inniheldur: Geipa tátt, Emunds rímu, Ódvalds rímu, Flóvants rímu og Runsivals stríð. Men tað eru frábrigdi frá hesum, t.d. eitur Geipa táttur eisini Aligast, Emunds ríma eitur Flóvans ríma og øvut. Runsivals stríð kann eita Geipa táttur ella Odvals ríma og Ódvals ríma kann eita Geipatáttur. Runsivals stríð eitur eisini Tólvjavningar.
Karlamagnusarsøga er eitt av høvuðsverkum í vesturnorrønum bókmentum frá umleið 1300 og tekur kvæðið evni úr hesari søguni. Søgan er gjørd eftir fronskum episkum hetjukvæðum (Chansons de geste) um Karl mikla (Charlemagne).