CCF 69. Ívar á Bretlandi er kappakvæði og sigur frá Ívari, sum eigur trettan brøður, allir riddarar. Teir fara til Messulands, har Ívar biður um Elina, eina hertogadóttur.
Glóoddur riddari vil ikki lata Ívar fáa hana uttan svørðslag, og hon sjálv vil heldur hava Glóodd.
Menninir báðir berjast, og at enda drepur Ívar Glóodd. Nú vil Elin hava Ívar, og tey giftast. Tá ið tey fara aftur til Bretlands, hitta tey ein risa, sum vil sleppa at leika við terningum um Elina og leggur høvur sítt á. Ein av brøðrum Ívars leikar hansara vegna og vinnur. Risin rindar fyri lív sítt við gulli og lovar dugna sín framyvir.
Á vegnum frá risaholuni møta tey einum heri, sum Viljormur av Fraklandi stendur á odda fyri, sum vil hava hendur á gulli teirra. Harður bardagi verður. Risin hjálpir Ívari. Viljormur drepur tólv brøður Ívars, men harafturímóti drepur Ívar hann.
Ívar fer heim aftur við konu síni og bróðrinum Ísmali. Hann mælir Ísmali til at biðja um einkjuna eftir Viljorm, Margretu, og Ísmal fer til Fraklands. Margreta fær at vita, at Viljormur er deyður, og hon noyðist at taka við bønarorði Ísmals. Tey verða gift. Kvæðið er bert á føroyskum. (Kelda: Snar.fo).