Hábarðs kvæði

CCF 219. Hábarðs kvæði er møguliga yrkt av Jens Christian Djurhuus (1773-1853), Sjóvarbóndanum í Kollafirði. Hámund kongur og Sigur kongur eiga synirnar Hábarð og Álv. Millum teirra skal taka seg upp hart stríð. Tann sum veldur stríði er drotningin Bera. Sigur kongur eigur eisini væna dóttur, Signuvu, og menn eggja Hildgiri, sum er sonur Sakslandskongs, at fara at biðja um hana. Hann ber upp bønarorð, men verður rikin aftur við niðrandi orðum. Tá ger Signuva tann eið, at hon giftist ongum manni, sum ikki er maður fyri at vinna á brøðrum hennara, Álvi og Olgari. Hábarð fer nú út í heim at royna seg og ætlar at biðja um Signuvu. Signuvu lítst væl á unga fríggjaran. Men Hábarð má bíða til brøður Signuvu koma heim aftur av herferð. Hábarð hevði verið við í atsókn móti bróður Beru drotning. Bera vil beina fyri honum. Sigur kongur mælir til, at Hábarð sleppur heim aftur til Noregs, men drotningin mælir frá og vil síggja blóð. Tá ið brøðurnir, Álv og Olgar, koma heim vilja teir at Hildgir, ið nú er stallbróðir teirra, og Signuva skulu giftast. Men ein triði bróðir hennara, Sjúrður, vil hava hana aftrar Hábarði. Menn berjast og Hábarður drepur bæði Hildgir og Álv. Hábarður má síðani klæða seg í kvinnuklæði og leita borgina upp. Alt fyri eitt kennir Signuva biðil sín aftur. Gunnvor, fostra Signuvu, gjøgnumskoðar leikin og sær sær nú ein møguleika at vinna sær gullið tað, ið drotningin hevði lovað fyri Hábarðs høvur. Hábarður verður dømdur til deyða. Signuva og besta vinkona hennara, Svanhild, bera eld á moyggjarskemmuna, sum Hábarð og Signuva høvdu avtalað, um hann varð dripin. Hon skuldi brenna sig sjálva. Hábarð stendur nú á vøllinum og sær, at unnusta hansara hevur sýnt honum sannan trúskap. Tá ið menn síggja eldin, skunda teir sær at bjarga. Hábarð fer aftaná og finnur Signuvu uppkolaða. Hann tekur svørð, ið har liggur, og beinir fyri sær sjálvum. Sigur kongur doyr av sorg, svíkjarin Gunnvor fær harða revsing, og Hákon Hámundsson hevnir Hábarð, bróður sín, tá ið hann drepur Hildgir og Beru drotning. (Dahl, Á. (1998). Søga og stev 4. Fannir).


Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.