Guttormur í Hattarmóti

CCF 58. Guttormur í Hattarmóti er kappakvæði um blóðhevnd.
Margreta giftist Guttormi. Tey verða boðin til foreldur Margretu. Hóast tey gruna ilt, fara tey. (Frábr. B, D: Á ferðini brennur hann á, men Guttormur leggur sjógv niður). Tá ið tey koma, fær mamma Margretu, drotningin, Guttorm dripnan. Margreta eigur son, sum hon sendir burtur, so drotningin ikki skal fáa hendur á hann. (Frábr. A: Hon eigur eisini eina dóttur, og drotningin drepur bæði Margretu og dóttrina.)
Sonurin Magnus vil hevna deyða faðir síns. Pápasystirin Ata gevur honum ráðini, ið eru honum ein hjálp, tá ið sleppast skal undan royndunum hjá ommuni at eitra hann. Hann festir eld í húsini, og hon brennist til deyða. Síðani heldur Magnus av stað eftir abbanum. Ráðini frá Atu eru honum til hjálpar, tá ið hann heldur villini djórunum niðri, ið vaka yvir slottinum hjá abbanum, og síðani drepur hann hann. Hann verður kongur aftan á abban.
Hetta kvæðið er bert á føroyskum. (Kelda: Snar.fo).


Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.