Grimmars kvæði

CCF 51. Haraldur, Onglands kongur, fer at biðja um Hildu, dóttur Grimmars, Garðaríkis kongs. Grimmar kongur er burturstaddur í krígsørindum.

Haraldur bíðar ikki eftir samtykki Grimmars, og hann og Hilda fara aftur til Onglands og giftast. Hilda fær tríggjar synir. Seinni vil Haraldur vitja Grimmar. Hann letur yngsta sonin, Gormund, vera eftir heima og hevur hinar báðar við sær.

Hann hjálpir Grimmari at vinna ein bardaga, men meðan hann er burturstaddur, ger Grimmar seg til at taka lívið av honum. Hann skeinkir Harald so fullan, at hann sovnar, og setir so eld á húsið. Haraldur og synir hansara láta lív.

Menn Haralds fara aftur til Gormunds og Hildu við tíðindunum. Seinni giftist Hilda við keisaranum Sjúrði og fær við honum sonin Harald.

Gormundur fer til Garðaríkis at hevna faðir síns deyða á Grimmar. (Frábr.: A: Við gandi roynir Grimmar at steðga skipi Gormunds.) Grimmar og Gormundur berjast, og báðir nýta gand hvør móti øðrum. At enda vinnur Gormundur á Grimmari, men eirir lívi hansara og sendir boð til Hildu. Hon sendir son sín Harald til Garðaríkis, har hann drepur Grimmar. Gormundur verður kongur aftan á Grimmar, og Haraldur fer aftur til Onglands.


Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.