CCF 190. Í Fuglakvæðinum yngra, sum er eitt politiskt satiriskt kvæði, eru hugtøkini latin í fuglaham. Høvundur gevur sambandi millum fuglar í kvæðinum tann týdning, sum samsvarar við hansara áhugamál. Tjaldrið er talsmaður, alter-ego, hjá høvundinum. Tað er ikki tilvildarligt, men tilvitað áseting av merking, at smáfuglarnir umboða fólkið, tjaldrið tey kritisku í samfelagnum og rovfuglarnir embætismenninar. (Úr: Marnersdóttir, Malan & Sigurðardóttir, Turið (ritstj.). (2011). Føroysk bókmentasøga 1. Nám).