CCF 208. Í Frunta tátti verður gjørt gjøldur burtur úr nýggja mótanum hjá ungum gentum í byrjanini av 19. øld, at klippa sær pannuhár (at brúka frunt). Her verður sagt, at tær sum ganga upp í hesum mótanum, vilja heldur stása seg út, ganga til spæl og leika við dreingir, heldur enn at gera gagnligt gerandisdaga arbeiði. Tátturin skrivaður av Nólsoyar Pálli (1766-1809).