CCF 191. Fiska kvæði er ofta flokkað sum skemtikvæði. Fiskar hittast í veitslu og minni verða drukkin. Ætlað er at kvæðið má vera reiðiliga gamalt. Kvæðið ber merki av fornari yrking og her eru til dømis fleiri fiskanøvn, sum ikki eru nýtt longur. (Patursson, J. (1984). Kvæðabók, 5. bind (2. útg.). Blaðstarv).