CCF 47. Finboga ríma er eitt langt kappakvæði. Finnbogi úr Føroyum hittir mannin Álv, sum leggur á hann við øks. Finnbogi fær hendur á øksini og drepur Álv við henni. (Frábr. A, B, D-G: Hann hittir kvinnu, sum syrgir deyða Álvs. Finnbogi uggar hana og giftist við henni.) Hákun jallur í Noregi frættir, at Finnbogi hevur dripið mann, og sendir boð eftir honum. Hann býður Finnboga at berjast ímóti einum riddara og einari hvítabjørn, og hetta eydnast honum væl at fullgera. Frábr.: A, D-F: Jallurin ger hann til skattkrevjara í Føroyum. (Kelda: Snar.fo).