CCF 45. Ellindur bóndi á Jaðri, er eitt riddarakvæði, sum frásøgir um Ellindur bónda á Jaðri eystur, ið eigur tríati synir, men hann hevur ikki rindað skatt í tríati ár. Kongur er argur og sendir boð eftir honum. Ellindur kemur við øllum synunum. Hann greiðir frá, hvussu hann í staðin fyri at rinda skatt hevur búgvið tríati synir út, og nú bjóðar hann kongi teir. Kongur tekur við, men er nøgdur, fær hann fimtan teirra. (Kelda: Snar.fo).