CCF 193. Brókar táttur er yrktur millum 1750 og 1800 av Jógvani Mikkjalssyni. Brókar táttur er komiskur og fylgir Jógvani ella Jóannesi Niklassyni í Kvívík, eyknevndur Brókin. Hann kemur í trupulleika við einum risastórum fiski, einum kalva. Hann „ger sær fyri skommum millum rættar menn.“ (Dahl, Árni. (1999). Søga og stev 5. Fannir.)