CCF 40. Baraldur arvar landið frá pápa sínum. Hóast mamman ávarar hann, fer hann burtur at biðja um eina gentu. Hann brýtur inn í hús gentunnar og er hjá henni um náttina. Morgunin eftir noyðist hann at berjast við brøður hennara (F: hon hevur sent boð eftir teimum), men hann vinnur á teimum og drepur teir. Gentan fer við honum til land hansara. Tey giftast. (Kelda: Snar.fo).