J. Chr. Svabo (1746-1824)

Jens Christian Svabo (1746-1824) varð føddur í Miðvági. Hann tók prógv á latínskúlanum í Tórshavn, har hann møtti Nicolai (Pedersen) Mohr (1742-1790). Svabo og Nicolai Mohr fóru til Keypmannahavnar at lesa búskap og náttúruvísindi. Upplýsingartíðin sæst aftur í lærugreinavalinum, áðrenn var gudfrøði vanligasta lærugreinin. Svabo fekk ongantíð prógv í búskapi ella náttúruvísindum, men hann tók prógv í heimspeki í Keypmannahavn í 1767. Alt lívið savnaði Svabo orð, við at brúka danska málið eydnaðist tað honum at gera eina ljóðfrøðiliga føroyska stavseting sum hann nýtti í orðabókararbeiðinum og kvæðauppskriftunum. Svabo skrivaði tvey kvæðahandrit niður. Svabo fekk til uppgávu hjá danska rentukamarinum at skriva eina lýsing av Føroyum. Men Nicolai Mohr fekk starvið fyrst, og tað var ikki fyrr enn Mohr fór til Íslands at arbeiða, at Svabo tók við uppgávuni. Úrslitið var „Indberetninger fra en rejse i Færøe 1781 og 1782“, sum Svabo aldrin fekk gjørt heilt liðugt. Svabo helt til í Pæsastovu í Tórshavn seinastu 24 árini av lívi sínum. Handrit hansara eru varðveitt í Danmark og í Føroyum og verða nógv lisin enn tann dag í dag.
(Kelda: Marnersdóttir, M. og Sigurðardóttir, T. (ritstj.) (2023). Føroysk Bókmentasøga, bind 2. Nám).