Súsanna Helena Patursson (1864-1916)

Súsanna Helena Patursson (ella bara Helena Patursson) varð borin í heim í Kirkjubø, 27. august 1864. Helena var av fyrsta ættarliðið av skrivandi kvinnum í Føroyum Hon var fyrsta føroyska kvinnan, sum er kend fyri at stríðast fyri rættindum hjá kvinnum og at arbeiða fyri javnstøðu millum kynini. Hon skrivaði fyrsta sjónleikin á føroyskum máli og gav út fyrsta føroyska blað fyri kvinnur, skrivað á føroyskum. Blaðið nevndist Oyggjarnar og tað vendi sær serliga til kvinnur um til dømis atkvøðurætt, yrkisleiðir og útbúgving. Hon andaðist 15. desember 1916. (Úr: Marnersdóttir, Malan & Sigurðardóttir, Turið (ritstj.). (2011). Føroysk bókmentasøga 1. Nám).


Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.