Hans Christian Lyngbye (1782-1837)

H. C. Lyngbye (1782-1837) varð borin í heim í Aalborg í 1782. Hann las náttúrufrøði og gudfrøði og tók embætisprógv í 1812. Lyngbye arbeiddi saman við plantufrøðinginum Niels Hofman Bang, ið vakti hansara áhuga fyri algum og tara. Í 1819 vann Lyngbye eina kapping á Universitetinum í Keypmannahavn. Tí hendi tað at professari í plantufrøði við Universitetið, J. W. Hornemann, rindaði fyri útgávu Lyngbyes um tara, „Tentamen Hydrophytologiæ Danica“. Verkið lýsir nágreiniliga 321 tarasløg við myndum av 70, harímillum 7 nýggjar ættir og 50 nýggj sløg, og tað gav okkum meiri vitan um algufloruna í Danmark, Noregi, Føroyum og Grønlandi.
Í 1817 vitjaði Lyngbye í Føroyum og skrivaði eina ritgerð um grindahval og hvalaveiðu. Hann var eisini áhugaður í gomlum føroyskum ævintýrum og kvæðum og savnaði tey, hann lærdi seg føroyskt fyri at at skriva tey niður. Frá 1819 arbeiddi hann sum prestur í Danmark og helt fram við síni taragransking. Í 1836 skrivaði Lyngbye eina doktararitgerð, men hon varð gloymd í lummanum hjá einum boðbera og varð ikki latin inn til tíðina á Universitetinum í Keypmannahavn. Lyngbye andaðist árið eftir. Plantufrøðiligi parturin av ritgerð hansara varð útgivin í 1879. Ættin av blágrønubakteriu „Lyngbya“ er nevnd eftir honum.


Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.