Claus Jacobsen Lund (1739-1815, eisini róptur Klávus) varð borin í heim í Tórshavn. Hann var av danskari embætismannaætt. Hann var sonur Jacob Lund og Karen Helenu, dóttur Klaus Poulsen Gjede, sum var tann fyrsti handilsforvaltari í Føroyum, 1710. Tá ið Jacob Lund doyði, giftist Karen Helena við Ulrik Adolf Lund (Ulrik og Jacob vóru ikki í familju).
Claus Lund fór til Danmarkar at lesa í 1758 og tók gudfrøðiligt „attestas“ á universitetinum í Keypmannahavn í 1762. Claus fór ikki heim aftur fyrr enn í 1765. Hann var ongantíð prestur, men sjálvur kallaði hann seg „litteratusׅ“ (bókmentamaður) og „translator“. Claus skrivaði og yrkti á donskum við støði í kvæðum, sagnum og útlendskum upplýsingarskaldskapi. Upp gjøgnum 1790-árini vóru yrkingar hansara prentaðar í donskum mentatíðarritunum „Minerva“, „Den danske Tilskuer“ og „Samleren“. (Sí t.d. Marnersdóttir, Malan & Sigurðardóttir, Turið. (2011). Føroysk bókmentasøga 1. Nám).
Handritasavn, Claus Lund (1739-1815)
Uppskrivari: Claus Lund (1739-1815)