A. W. Skibsted

A. W. Skibsted var danskur vinnulívsmaður, sum fekk loyvi til at gera fiskiskapsroyndir undir Føroyum í 1845, millum annað loyvi til at fiska háv (hákellingaveiða). Árið eftir hevði hann fýra skip, saman við stórkeypmanninum Fr. Sommer, og loyvi til at fiska alt uttan grind, døgling og kóp. Skibsted keypti ognir frá Kongliga handlinum í 1856 og varð keypmaður í Føroyum. (Kelda: Nolsöe, Páll. (1963). Føroya siglingarsøga I: 1000-1856 (2. útg.). Egið forlag.