CC 91. Rana táttur er partur av Sniolvs kvæði. Hildibrandur heldur av stað at biðja um Silkieik, dóttur Upplands kongs. Men trøllið Rani kemur hagar áðrenn hann. Bønarorð Rana verða kveistrað burtur, og hann hóttir við at gera Silkieik til hjákonu sína. Silkieik vil hava beiggja sín Sniolv at berjast fyri seg, men faðir hennara sigur, at Sniolvur er ov ungur. Tá kemur Hildibrandur. Hann berjist við Rana og drepur hann. Hann giftist Silkieik. Spátt verður teimum, at svørðið hjá pápanum fer at drepa son teirra Grím. Tá tveitir Hildibrandur svørð sítt í havið. (Kelda: Snar.fo)