CCF 91. Golmars táttur er partur av Sniolvs kvæði. Ásmundur kemur til hús Golmars, rekur hann út og neyðtekur konu hansara. Dagin eftir hevur Ásmundur Golmar við sær á báti og noyðir hann at vísa sær, hvar ið Hildibrandur tveitti svørð sítt á bláman. Ásmundur kavar eftir svørðinum og finnur tað. Golmar vil sleppa aftur til lands, men Ásmundur drepur hann og tekur síðani konu Golmars við sær heim. (Kelda: Snar.fo).