CCF 28. Trøllini í Hornalondum er eitt kappakvæði. Ólavur kongur siglir til Hornalond at gera av við ein risa. Risin roynir at draga kongsins skip inn í fjallið, men Ólavur rúnabindur hann, so hann søkkur inn í klettin og verður at steini. Tá ið risakvendið roynir at hjálpa honum, ger Ólavur so, at hon vikast ikki, og øll børn teirra verða læst inni í fjallinum. Har noyðast tey at verða verandi og skræða hvør annan í seg. (Kelda: Snar.fo).