CCF 27. Tormaður skald er eitt dramatiskt kappakvæði um hetjuna Tormóð. Eftir at fosturbróðirin og Tormaður skald eru komnir til ilnar, fara teir hvør sína leið. Tormaður fer við skipi til Grønlands um Noreg. Á skipinum fer hann til hendurs við ein annan mann, sum argar hann, men teir eru javnt sterkir. Tormaður kemur til Grønlands. Á einari veitslu sovnar hann, men verður vaktur av manni, ið roytir hárið á honum. Hann drepur mannin. Seinni drepur hann skrímslið Torgrím og noyðist at flýggja. Hann verður jagstraður, og meðan hann berjist við ein av jagstrarunum, Falgeir, fara báðir á bláman. Falgeir druknar, og Tormanni eydnast at koma sær upp á ein klett. Sum hann liggur har, stingur gomul kona hann í fótin við spjóti. Nakrir menn, sum eru á floti, koma fram á hann og taka hann við sær til lands. Teir fara til hús við honum, har hann fjalir seg, og kona Torkils lekir sár hansara. (Kelda: Snar.fo)