CCF 221. Púka ljómur ella Púkaljómur er ein andalig yrking eftir Jens Chr. Djurhuus (1773-1853), Sjóvarbóndan. Hon er í tveimum pørtum. Tann fyrri er yrktur fyri 1825, tann seinni í hvussu er fyri 184. Sjóvarbóndin yrkti hana eftir frásagnarkvæðinum „Paradise Lost“ eftir John Milton (1608-1674), ella hevur hann stutt seg við donsku týðingina hjá I. H. Schønheyder, „Det tabte Paradiis“. Sjóvarbóndin kundi eisini hava brúkt „Frakmenter af Miltons tabte Paradiis“ sum Schønheyder skrivaði í Minerva. Púka ljómur hjá Sjóvarbóndanum er gjørd í sama ørindislag (fornyrðislag) og um hendingar í somu religiøsu (mytologisku) verð sum ein eldri yrking av íslendskum uppruna, sum eitir Ljómurnar (eftir Jón Arason (1848-1550). (Skårup, Pouvl. (2011). Púkaljómur: heiti og fyrilega. Varðin, 78. bind, 114-124).