CCF 24. Ormar Tóraldssons kvæði er eitt kappakvæði. Íslendski riddarin Ormar er farin í tænastu hjá Ólavi kongi í Noregi. Pápi hansara hevur mælt honum til tað, men til at vara seg fyri at sigla við skipi kongsins „Orminum langa“. Kongur býður Ormari vera væl komnum. Hann stríðist við fremsta riddara kongs og vinnur á honum. Kongur biður hann fara um borð á skip sítt, men Ormar sýtir og bjóðar sær til at gera av við ein risa í staðin fyri. Teir fara av stað til risahellið, og Ormar fer einsamallur inn. Risin er um at vinna á honum, men tá ið hann biður til Gud, fær hann nýggja megi. Hann drepur risan og fer aftur til kongs við øllum dýrgripum hansara. Kongur rósar avreksverki hansara. Frábrigdi B-E: Hann giftist systur kongs. (Kelda: Snar.fo).