CCF 9. Dvørgamoy V – Kvørfinns táttur, eisini nevnt Dvørgamoy fimta, er eitt kappakvæði, og er ein partur av dvørgamoygjarøðini. Tíðrikur kongur og Virgar sovna úti í skóginum. Virgar vaknar av ljóðinum frá hestum, ið ríða framvið, hittir ein hermann og fer at berjast við hann. Hvørgin teirra vinnur. Tíðrikur vaknar, verður óttafullur og fer heim aftur. Virgar varnast, at andstøðumaður hansara er Sjúrður. Saman ríða teir av stað og koma til trøllalandið, har ið dvørgarnir smíða svørð. Har koma teir fram á tvær dvørgamoyggjar. Virgar fer av stað við teimum báðum dvørgamoyggjunum, meðan Sjúrður hevur tað besta svørðið, hann finnur, uppi á sær og eina rúgvu av silvuri og gulli. Dvørgurin kemur heim og vil hevna missin. Ímeðan eru Virgar og Sjúrður flýddir til Hjálpreks kongs. Virgar lænir skip og fer til Selgjalands við moyggjunum. Hann byggir teimum gullkastala og letur tær vera har, meðan hann sjálvur fer aftur til Tíðriks kongs. (Kelda: Snar.fo).