CCF 23. Kjartans tættir er eitt kappakvæði sum byggir uppá eina hending úr íslendingasøguni „Laxdæla saga“, har Kjartan Ólafsson er i brennidepil; hansara ferð til Noregs, ást hansara til Guðrún Ósvífsdóttur og Bolla Þorleiksson, sum endar við svíki og deyða. Kjartan vil giftast við Guðruni. Pápi hansara mælir honum til at vera eina tíð við norska hovið fyrst. Kjartan lovar Guðruni, at hann fer at vera henni trúgvur, og síðani fer hann til Noregs saman við fostbróðurinum Bolla. Nakað seinni kemur Bolli einsamallur aftur til Íslands og Guðrun og Bolli giftast. Tá ið Kjartan kemur heim, giftist hann aðrari gentu og Guðrun kennir seg lumpaða. Guðrun sigur við Bolla, at hon er ikki før fyri at elska hann, so leingi Kjartan er á lívi. So drepur Bolli Kjartan. Áðrenn hann doyr, biður Kjartan um ikki at verða hevndur. (Kelda: Snar.fo)