Jákup á Møn

CCF 197. Jákup á Møn er táttur um tann nýfermda unglingin Jákup á Møn, heimføðing av ringasta slag. Hann setir sær fyri at fara at biðja um Gyðju Haraldsdóttur. Hann fær sær bátsskipan at rógva seg yvir um fjørð, hann skal ganga til bygdar, har Gyðja býr, roynir at stimbra seg við brennivíni, men hetta virkar øvugt. Hann finnur sær eitt ross, men hetta tveitir Jákup í sortudíkið, og seinni dettur hann í Haraldskøst. Menninir í bygdini eru á útróðri, so konufólkini noyðast at bjarga hesum vanlukku fríggjara og fáa hann reinan aftur.
Ímeðan kemur báturin aftur av útróðri, og Haraldur leggur hann í eina song. Tá ið Jákup vaknar morgunin eftir og ber fram bønarorðini, fær hann, sum ikki er so løgið, nei frá gentuni, og so fara genturnar í bygdini at brenna krakk, hetta var siður, tá fríggjari varð rikin av bygdini uttan at hava fingið gentu. Mamma Jákups, sum sær allan roykin, misskilir, tekur at rópa grindaboð og sendir bátin avstað. Tá báturin kemur fram, stendur Jákup fyri honum, og tá bátsmenn fregnast um, hvar grindin man vera, svarar hann við hesum viðgitna ørindi: „Her er roykur og eingin grind,/ tit skulu hava takk,/ genturnar á Eysturlandi/ brenna eftir mær krakk“. Jákup fer so heim aftur og vil ikki síggja konufólk aftur í sínum lívi.
Nólsoyar Páll (1766-1809) yrkti hendan táttin á sjónum nakað eftir ár 1800. (Kelda: Snar.fo).


Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.