CCF 219. Hábarðs vísa er triðja tátturin í Hábarðs kvæði. Hábarður, kongssonur, má klæða seg í kvinnuklæði fyri at sleppa ósæddur til Signuvu, kongsdóttir. Gunnvor, fostra Signuvu, gjøgnumskoðar leikin og Hábarður verður dømdur til deyða. Signuva ber eld á moyggjarskemmuna, sum Hábarð og Signuva høvdu avtalað, um hann varð dripin. Hon skuldi brenna sig sjálva. Hábarð finnur Signuvu uppkolaða. Hann tekur svørð, ið har liggur, og beinir fyri sær sjálvum. (Dahl, Á. (1998). Søga og stev 4. Fannir).