Grímur á Bretlandi

CCF 53. Grímur á Bretlandi ella Løðar jall er eitt langt og dramatiskt kappakvæði. Løðar jallur setir sær fyri at biðja um Maritu, kongsdóttrina í Svøríki. Um sama mundið kemur Grímur á Bretlandi í somu ørindum. Marita velur Løðar, og Grímur bjóðar honum av at berjast, men verður við undirlutan. Løðar og Marita giftast. Allir synir teirra doyggja á ungum aldri, til Marita nevnir ein teirra eftir Grími. Grímur ungi verður tilkomin, og mælt verður honum til at finna sær konu. Hann fer til Bretlands saman við pápa sínum Løðari at biðja um dóttur Grím. (Frábr. B: Áður enn hann fer, gevur mamma hansara honum ein ring.) Ógvisligt ódnarveður elvt við galdraráðum er um at fáa skip teirra at ganga burtur, men Grímur ungi nýtir mótgand. Grímur ungi ber fram hjúnabandsbønarorð síni, men Grímur gamli vísir honum forhánisliga aftur, og bardagi spyrst burturúr.
Sonur Grím, Hildibrandur, drepur Løðar, og Grímur ungi drepur Grím gamla. Hildibrandur og Grímur ungi berjast í einvíggi, men at enda svørja teir hvør øðrum brøðralag. Nú biður Grímur um systur Hildibrand. Hon ber vín inn á borðið til hansara, men ringur Gríms sýnir honum, at vínið er eitrað. Hann noyðir hana at giftast við sær. Hildibrandur fer heim við teimum og giftist við systur Grím. (Kelda: Snar.fo).


Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.