CCF 106-II. Flóvins ríma er eitt kvæði úr Karlamagnusar kappakvæðunum. Í jólaveitslu í keisaraborg Karlamagnusar skeinkir ein skyldmaður keisarans gestunum vín og slettir nakrar dropar á klæði hjá einum hertoga. Hertogin herjar á hann, og sum hann verjir seg, drepur Flóvin hertogan. Síðani flýggjar Flóvin og fjalir seg. Ein dagin møtir hann keisaranum og slær hann av hestinum, men eirir honum. (Kelda: Snar.fo).