CCF 36. Ásmundur Aðalsson, er eitt klassiskt føroyskt kappakvæði. Ingibjørg vil giftast Ásmundi, men hon verður latin Sjúrði. Ásmundur og tænari hansara koma flúgvandi á einum gammi, og uttan at nakar kennir teir aftur, lenda teir í brúdleypinum hjá Ingibjørg. Teir taka brúðrina og flúgva av stað aftur við henni. Sjúrður savnar menn sínar og eltir tey við skipi. Ásmundur er við yvirlutan. Tá ið stríðið er av, finnur hann á skipinum Sjúrð framvegis á lívi og gevur honum Ingibjørg aftur. Í hennara stað verður systir Sjúrðar brúður hansara. (Kelda: Snar.fo).