CCF 192. Ániasar ella Ánaniasar táttur er í tveimum pørtum.Í táttinum verður sagt frá Ánaniasi, sum ger ferð úr Suðuroy norður til Havnar at keypa sær eina byrsu og krút fyri „sína móður jørð“, sum tikið verður til. Hann gyklar fyri sær, at við byrsuni skal hann inna brøgd og halda fremmandar ránsmenn burtur frá oynni. Tá ið byrsan er keypt, leitar hann suður aftur til Suðuroyar, verður settur upp á land á Hellistanga og fer til gongu suðureftir. Áðrenn hann vinnur vegin fram, díkir regnið av himli, og krútið gerst vátt. Hann er tó ikki ráðaleysur; framkomin tekur hann sær ein pott, koyrir krútið í og heingir yvir eldin at turka. Hann tekur brand úr eiminum at røra við í pottinum við tí úrsliti, at potturin fer í luftina, og Ánanias sjálvur og onnur, ið eru í nánd, fáa mein. (Høvundur: Símun í Hørg, ella Tummas í Hørg (Laðangarðsbóndin)). (Kelda: Snar.fo)