Det ser ud til at vi ikke kan finde det du leder efter. Prøv eventuelt at søge.
Króki, Jóannes í (1794-1869)
Jóannes í Króki, sum hann vanliga hevur verið nevndur, skrivaði seg Johannes Clemensen. Foreldrini vóru Klæmint Ólason á Sandi og Sigga Jóannesdóttir úr Vestmanna. Jóannes giftist í 1832 við Annu Katrinu Mikkjalsdóttur í Skála. Tey fingu fimm børn. Jóannes var kvæðakønur. Peter Erasmus Müller (1776-1834) hevði heitt á fleiri kvæðainnsavnarar at fara undir at innsavna kvæði, og senda uppskrivingarnar til Keypmannahavnar, eftir at H. C. Lyngby hevði verið í Føroyum í 1817. Í tí sambandi bað Peter Matthiesen Hentze (1753-1843) próstur, Jóannes um at skriva niður kvæði.